Skúlaspírin

Skúlaspírin, sum er forskúlin í Eysturkommunu, var fyrsti kommunali forskúli í Føroyum eftir nýggju fólkaskúlalógini. Endamálið og visiónin fyri forskúlan er “Við leiki og læru gerst barnið skúlabúgvið”.

Skúlaspírin er eisini stovnaður fyri at byggja brúgv ímillum dagstovnaøkið og fólkaskúlan. Í Skúlaspíranum fáa øll børn í Eysturkommunu eina bleyta og væl fyrireikaða byrjan uppá skúlagongdina, tey skulu ígjøgnum tey næstu 9 árini. Námsfrøðingar og lærarar starvast lið um lið og á jøvnum føti í Skúlaspíranum, barninum at frama.

Arbeitt verður við grundarlagnum fyri góðari skúlabyrjan, og børnini læra tey mest grundleggjandi hugtøkini aftanfyri fak sum mál og støddfrøði í bæði leiki og læru.

Skúlaspírin er frá kl. 8.00 -11.20 vanligar skúladagar. Eftir hetta kunnu børnini fara yvir á Frítíðarheimið, har tey spæla og hugna sær saman víðari við teirra javnaldrum.

Niðanfyri er innskrivingarskjal til Skúlaspíran og kunningarfaldari:

Vikuætlan

0a 1a 2 3a 4a 5a 6a 7