Ætlan fyri næmingar við atferðartrupulleikum
Nógvar ørsøkir kunnu vera til at børn hava atferðartrupulleikar. Tey kunnu hava sosialar trupulleikar, vera kensluliga illa fyri, hava trupulleikar at samskipa uppfatan, motorikk og kenslur. Hetta ger, at tey kunnu hava vánalig samstarvsevni, og tey sosialu krøvini verða ov trupul.
Eyðkennir
- Duga illa at lurta
- Fáa brádlig innskot (impulsiv)
- Duga illa at laga seg eftir virknisstøði
- Duga illa at skilja og fylgja boðum og reglum
Vit vilja
Finna loysnir og mannagongdir, so at hesir næmingar framhaldandi kunnu verða saman við sínum floksfeløgum í størst møguligan mun. Hetta fyri at kunna fáa eina so vanliga skúlagongd sum møguligt.
Hvør er mannagongdin?
Lærararin: finnur/sær/hevur trupulleikan.
Toymið: Viðger trupulleikan og finnur út av/ger eina ætlan um, hvat gerast skal.
Leiðsla: Toymið kunnar leiðsluna um niðurstøðuna, leiðslan góðkennir.
Foreldur: Verða kunnað um trupulleikan og víðari mannagongd, og avtala verður gjørd um samstarv.
Serlærari/Sernám: Verða kunnað um trupulleikan, ger møguligar kanningar og hjálpir til at finna loysnir.
Heilsusysturin: Kannar næmingin, um hildið verður, at tað er neyðugt, og kunnar.
Lækni: Ger sínar metingar, kunnar.
Møgulig fyribyrgjandi tiltøk
Trygg viðurskifti eru týdningarmikil, og tí er umráðandi, at so fáir lærarar sum gjørligt, eru um flokkin.
Skúladagurin má vera væl skipaður. Mest møguligt eigur at verða lagt í fastar ætlanir frammanundan, og broytingarnar ikki gerast ov nógvar. Tá broytingar eru, skulu hesir næmingar kunnast serliga væl.
Um neyðugt, verða eyka garðvaktir settar, so betur kann fylgjast við ávísum næmingum.
Neyðugt er at eftirmeta gongdina við jøvnum millumbilum.
Stig fyri Stig (Trin for Trin) www.cesel.dk : 1-4 fl. lærir børn empati, sosialan atburð og at taka ábyrgd fyri egnum gerðum.
Lions Quest: 6-8 fl. lærir børnini sosialan atburð.