Til foreldur
Vinarliga boðið frá um børnini koma í skúla, ella um tey ikki koma í skúla. Fráboðanin skal vera fyri eina viku ísenn. Fráboðast skal í seinasta lagi mikudagin kl. 10.00 vikuna frammanundan, so undirvísingin kann skipast á besta hátt. Teir næmingar, ið ikki møta í skúla, mugu fáa undirvísing heima og verða bidnir um at fylgja við í vikuætlanini.
Leiðsla skúlans vil, at næmingarnir ikki møta áðrenn kl. 07.50 um morgunin.
Næmingarnir verða skipaðir í bólkar, og hava somu bólkarnir eisini fríløtur saman. Tað er ikki vist, at tað altíð verða teir somu lærararnir, sum børnini kenna, ið hava børnini.
Tilmælið er, at hvør næmingur hevur uml. 4 fermetrar. Borðini verða skipað við mest møguligari frástøðu frá hvørjum øðrum.
Annars verður skúlagongdin komandi tíðina skipað í tráð við skriv frá Coronaráðgevingini.
Sí skrivið her
Um tit foreldur hava spurningar um eitthvørt, kunnu tit ringja til flokslæraran hjá tykkara barni.
Blíðar heilsanir
Atli F. Johansen
Skúlastjóri