Gandafloytan - ein stór uppliving!

Tíðindi 17.01.2018

“Det klinger så herligt, det klinger så skønt

tra-la-laa-la-la-la-la-la, la-laa-la-la-la”

... rungaði tað í fimleikahøllini, tá ið næmingarnir í byrjanar- og miðdeildini vóru operakór og hjálptu Papageno at finna Paminu og bjarga henni úr valdinum hjá Sarastro.

Gandafloytan hjá Mozart man vera ein tann kendasta operan, og hósdagin 11. januar høvdu vit høvi at uppliva ein part av henni. Við tónunum frá trimum tónleikarum - sopransaxofon, marimba og akkordion - fylgdu vit við Náttarinnar Drotning, sum fær Tamino prins at fara út at leita eftir dóttur síni, Paminu prinsessu, sum hann gerst ásttikin av. Til at hjálpa sær fær hann fuglaveiðimannin, Papageno. Men Papageno vil eisini fegin hava eina unnustu, og leikurin endaði við, at hann fann Papagenu, og tey sungu sína kendu duett, har børnini, sum sótu fremst – uttan at vita av tí – fingu leiklutirnar sum allar tær smáu Papagenurnar og teir smáu Papagenarnir. Tamino og Pamina funnu sjálvandi eisini saman, tá ið hon var bjargað.

Náttarinnar Drotning sang sínar ariur so vakurt og ljómfult, at øll vórðu tikin á bóli, samstundis sum hon við sjónleiki vísti, hvat hon sang – skuldu orðini verið eitt sindur torfør at skilt. Og tá sama sangarinna seinni spældi Monostatos og Papagena, ja, so kendu vit hana als ikki aftur.

Tann glaði og lætti Papageno sang og spældi seg sum altíð inn í hjørtuni á áhoyrarunum, og sami tenorur hevði eisini leiklutin sum Tamino. Men nú er ein eftir: Pamina prinsessa. Og tá gjørdust øll bilsin, tí tað var sanniliga okkara egna Martina, sum varð fangað av áskoðaraplássinum inn á pallin at spæla Pamina, við krúnu og øllum! Hon sang tó ikki fyri okkum.

Tónleikurin varð eisini væl framførdur, um enn samansetingin av ljóðførum var øðrvísi enn vant til hesa operu. Løgini eru framvegis hugtakandi, nú tað eru 226 ár, síðan hesir tónar fyrstu ferð vóru at hoyra. – Tey, sum hoyrdu Nýggjárskonsertina í ár, hoyrdu annars eisini ein sang úr Gandafloytuni, nevniliga sangin hjá Sarastro, “O Isis und Osiris”.

Hóast talan var um eina heilt nógv stytta útgávu av Gandafloytuni, so var tó nóg mikið til at fáa fatur í søguni í høvuðsheitum. Næmingarnir vóru fyrireikaðir nakað áðrenn sýningina, so teir betur kundu fylgja við í gongdini.

Við Listaleypinum fáa skúlanæmingar møguleika at uppliva list á høgum stigi, og vit kunnu ikki siga annað enn, at vit eru heppin og kunnu vera takksomu at sleppa at uppliva hetta. Næmingarnir vóru sera hugtiknir, og tað var týðiligt, at sangararnir dugdu væl at fáa tey við. Ein stór uppliving!

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b