Felags foreldrafundur 5. mars 2018

Tíðindi 28.02.2018

Skúlastýrið í Skúlanum í Eysturkommunu bjóðar til felags foreldrafund í miðhøllini í skúlanum í Leirvík mánakvøldið 5. mars 2018, kl. 19.00.

Í samband við at 2018 er valt at vera "Árið fyri málmenning hjá børnum", kemur Karolina Matras at tosa um evnið: Børn og málmenning. Karolina er útbúgvin fólkaskúlalærari og serlærari við m.ø. máli/talu sum sergrein, umframt at hon hevur kandidatprógv í sálarfrøði frá DPU. Karolina arbeiðir sum námslektari á Námsvísindadeildini á Setrinum, har hon undirvísir í sálarfrøði og mál- og lesimenning. Hon hevur somuleiðis granskað í máli sum menningarmiðil og undanførleika fyri lesimenning og í lesiundirvísing hjá børnum í byrjanarundirvísingini.  

Á skránni verður somuleiðis ársfrágreiðingin hjá skúlastýrinum og kaffi. Miðjað verður eftir, at fundurin varir 1½ tíma.  

Verið vælkomin.  

Skúlastýrið fyri Skúlan í Eysturkommunu 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b