Felags føðingardagur

Miðdeild 08.03.2018

Í dag hava vit hildið stóran og góðan føðingardag fyri okkum øllum somlum. Vit byrjaðu dagin við morgunsangi og sangløtu. Síðani fingu vit vitjan av tónleikanæmingum í 8. flokki í Fuglafjarðar skúla, sum framførdu tríggjar sangir fyri okkum. Aftaná fríkorterið í góða kavaveðrinum fingu vit vitjan av nøkrum ungum leirvíksmonnum, sum sungu tveir sangir fyri okkum. Og so kom stóra "surprisið". Tá teir vóru liðnir at syngja, vórðu allar lærarinnurnar biðnar um at koma upp, og saman við ungu leirvíksmonnunum sungu okkara mannligu lærarar sangin "Til allar kvinnur" fyri lærarinnunum nú kvinnudagur er. Ein serstakliga rørandi løta. Eisini fingu lærarinnurnar hvør sína rósu frá mannligu starvsfeløgunum. Takk, tit menn!! Dagurin endaði við eini góðari spurnarkapping, sum næmingarnir í 7. flokkunum høvdu gjørt. Ein sera góður dagur, og vit gleða okkum longu til næsta ár :)

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b