Sólfagnaður í Skúlanum í Leirvík

09.02.2024

Høg fjøll skugga fyri sólini í Leirvík á hávetri, so frá síðst í novembur sæst sólin ikki í Leirvík​. Í dag fagnaðu vit sólini, nú hon aftur sæst í Leirvík. Kongadag, 11. februar, sigst sólin aftur at skína yvir alla Leirvíks bygd, eftir at hava verið burtur í einar 3 mánaðir. ​Bárður á Lakjuni sang vøkru sangirnar: Tú ert ein sólstrála og Sólin skínur gjøgnum gluggan, og Tórhild Bjarkhamar og Dánjal Eysturstein høvdu gjørt tekst og innspælt vakra lagið: Vit gleðast aftur hesa tíð, ið er ein vøkur sólfagnaðarkvøða. Ein hugnalig løta í miðhøllini í dag.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b