Rithøvundavitjan í 4. flokkunum

04.03.2024

Oddfríður Marni Rasmussen vitjaði 4. flokkarnar fríggjamorgunin 1. mars.
Vitjanin var bíløgd umvegis Føroyar lesa, og evnið í rithøvundavitjanini var "tað grumma" úr Nem3,
har Oddfríður m.a. hevur skrivað eina óhugnaliga søgu, sum 4. flokkur hevur lisið og viðgjørt undan rithøvundavitjanini.
Tað var ein stak hugnalig løta fyri okkum øll við fernisering og rithøvundapráti. 
Oddfríður gav sær tíð at hyggja eftir listaverkunum og práta við djørvu, lítlu listafólkini um teirra list. 
Næmingarnir høvdu fyrireikað spurningar og spurdu eisini eina rúgvu beint úr hjartanum.
 
Vit vóna, at hendan løtan verður teimum minnisverd, og at hetta ger gott fyri ritlistahugin. Hygg eftir myndum her

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b