Steðga rasismu

30.03.2024

Vit eru gjørd varug við, at børn, sum ganga í skúlanum í Eysturkommunu, hava verið fyri rasistiskum ágangi. Hetta hevur gingið fyri seg millum børnini bæði í skúlatíð og í frítíðini. Vit eru eisini vorðin kunnað um álvarsama rasismu á netinum í frítíðini.

Hesum atburði vilja vit steðga beinanvegin, og vit hava tí lagt ætlan um at fáa hjálp frá fakfólki í komandi tíðini í skúlanum. Ásannandi, at hetta er ein stór og torfør uppgáva, sum skúli og foreldur mugu lyfta í felag, vilja vit heita á øll foreldur um at fáa prát í lag við síni børn um hetta álvarsama mál, um hvussu vit fara væl við hvør øðrum. 

Rasisma hvørvur ikki eftir einum degi, og tí ynskja vit, at hetta verður tikið upp í heimunum við jøvnum millumbilum komandi tíðina.  

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b