"Eg skilji ikki fisk... tra, la, la"
Miðdeild 28.05.2018
Tað var nógv plastikk, sum næmingarnir høvdu við í morgun, og beint eftir morgunsangin fóru øll út í skúlagarðin at skilja plastikkið. Litaða og harða plastikkið kann ikki endurnýtast. Bleyta plastikkið verður sent av landinum, har tað verður endurnýtt. Posarnir við litaða og harða plastikkinum vóru nógv fleiri enn hinir. Vit sóu tí skjótt, at tað er sera nógv plastikk, sum vit dagliga brúka, sum ikki kann endurnýtast.