Fedranna trúgv - o sterka vár - 24

24
Fedranna trúgv - o sterka vár,
sigrandi gjøgnum sakn og sár,
syngjandi gjøgnum bál og brand,
altíð á leið til lívsins land.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.

2. Fjøtraðir innan fongsilsgrind -
lovsongur barst um hægsta tind.
Vøkur var leið í tykkar slóð,
um vit av krossi gjørdust móð.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv!

3. Fedranna trúgv, Guðs kongamakt
fær einaferð við trónu lagt
stríðandi ætt av spjaddu rót,
sameind til eitt við krossins fót.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.

4. Fedranna trúgv - o ríka heyst:
túsundtals tungur - ein lovsongsreyst.
Vit vilja gloyma slit og stríð,
syngja um Guð um alla tíð.
Heilaga fedra sterka trúgv,
okkum í sál tak ævigt búgv.

F.W. Faber.
Edm. í Garði 1952.
Lag: Sl. 72.
Aftur