Óttast ei, um mangan stígur - 50

50
Óttast ei, um mangan stígur
tú í iva tunglig spor;
Harrin enn tó øllum býður,
lít í treysti á hans orð!
Um bert Harrin við tær er,
óttast ei, ið hvussu fer!

2. Óttast ei, um sút og sorgir
vilja fjala mið og mál;
opnar sært tú himnaborgir,
Harrin gevur frið í sál.
Um bert Harrin við tær er,
óttast ei, ið hvussu fer!

3. Óttast ei, um myrkrið svarta
køvir leiðir tungt og hátt;
Harrans náðarljós hitt bjarta
skal tær lýsa dag og nátt.
Um bert Harrin við tær er,
óttast ei, ið hvussu fer!

4. Óttast ei, um tungar byrðar
liggja á tær dag um dag;
Harrin tær ein lætta unnir,
leiðir teg á hvíldar stað.
Um bert Harrin við tær er,
óttast ei, ið hvussu fer!

5. Óttast ei, um tárið rennur
av so sárum sálarmóð,
Harrin tíni forløg kennir,
miskunn hans er fjálg og góð.
Um bert Harrin við tær er,
óttast ei, ið hvussu fer!

6. Óttast ei, um synd tín nívir,
veldur tær so døpur mein;
Harrans milda miskunn lívir,
náði hans er rík og rein.
Um bert Harrin við tær er,
óttast ei, ið hvussu fer!

7. Óttast ei, um aftnar dagur
móti deyðans dimmu nátt;
Harrin er tín frelsarmaður,
tað av degi lýsir brátt.
Um bert Harrin við tær er,
óttast ei, ið hvussu fer!

8. Óttast ei, men ver tú glaður,
gakk í tolni hvønn tín veg;
Harrin alvæl happi ræður,
ikki vil hann gloyma teg.
Um bert Harrin við tær er,
alt í besta lagi fer.

J. Dahl 1921.
Lag: Sl. 277 a og b.
Aftur