Góði Jesus! Harri mildi! - 74

74
Góði Jesus! Harri mildi!
Alt mítt lív tú fylgi mær.
Hjálp mær, sum eg fegin vildi,
trúgvur her at tæna tær,
ger mær lyndi milt og gott,
gev mær vit og halgan mátt
her títt bílæti at bera,
øllum fólki væl at gera.

2. Sterki Jesus! Tá tú sýnir
megi ta, sum í tær er,
allur djevlaflokkur dvínir,
ræðslusligin undan fer.
Kann fyrst trúgvin inngongd fá,
heljarvaldið víkja má.
Ver mín verja, ver mítt virki;
mær tá ognast mót og styrki.

3. Náðiríki Jesus! Vís mær
vegin, sum til frelsu ber,
og í tínum himli hýs mær,
tá ið lívið endar her,
leið meg í tín fagra sal,
liva millum Guðs børn væl,
hoyra tínar einglar syngja.
Ei kann nakað tá meg tyngja.

Mikkjal á Ryggi.
Lag: Sl. 89.
Aftur