Statt upp úr svøvni, tú ið svevur - 88

88
Statt upp úr svøvni, tú ið svevur,
tí nú fer nátt at hvørva svørt,
Guðs náðidagur nær nú treður,
og sólin fer at roða bjørt.
Nú rennur upp um kristin lond
várt nýggja ár frá Harrans hond.

2. Gakk, sum tað sømir seg á degi,
tak ljósins vápn tær nú í hond,
tí myrkurs verk fær onga gleði,
tá Harrin kvettir myrkurs bond;
tá klandur, stríð og øvund má
sum svirr og girnd til grundar gá.

3. Statt upp og vak og bið, at náttin
frá hjartanum má hvørva svørt,
og tú kanst finna adventsdrottin,
ið longu hevur alt fullgjørt,
og eiga ríkið, hvar ið hann
er ljós og lív, ið sigur vann.

Róm 13,11-14. G. Bruun.
Lag: sum Sl. 158.
Aftur