Tað sigldi ein bátur um stormbardu vág - 140

140
Tað sigldi ein bátur um stormbardu vág,
títt bylgjur um æsingar brutu,
sjálvt reystastu sjógarpar óttaðust tá;
- tó Jesus var aftur í skuti!

2. «Hjálp, hjálp okkum, Harri! Vit søkka í kav;
her brakar hvørt band og hvør tilja.»
Hann hartaði stormin, og skjótt stilti av,
tí veður má akta hans vilja.

3. Mín bátur er lítil, og bylgjan er brøtt
á veraldar havinum víða,
um skúmandi streingir, har valla er røtt,
so tíðum eg noyðist at stríða.

4. Meg dirvi vil svíkja, mín sál er so veik,
títt freistingar vilja meg lemja;
men Jesus er góður, og stormanna leik
fullvæl hann er mentur at temja.

5. Lat ódnirnar leika, eg óttist ei tað,
mín Jesus, tá tú við mær fylgir;
sum tú vart í forðum, so ert tú í dag
og slættar tær brótandi bylgjur.

6. O sælasta stund, tá í himmalsins havn
vit troyttu til hvíld kunnu lenda,
har frelsarin sjálvur oss tekur í favn,
og stríð várt er komið at enda.

7. Har brakar ei stormur, har baldrar ei ódn,
har er ikki sorg ella møði,
har lovsangir syngja Guðs bjargaðu børn
í ævigum friði og frøi.

Mikkjal á Ryggi.
Lag: sum Sl. 335.
Aftur