Tit limir, sum hava á himninum høvur! - 224

224
Tit limir, sum hava á himninum høvur!*
Hví ganga tit her, sum var stongt yvir fold?
Upp lítið í erva við treystleika, brøður,
og lærið at temja hitt tvørliga hold,
hvør kross sín at bera
og einki at gera,
sum sálina burtur av leið roynir villa
og himnanna sælu um ævir at spilla.
 
2. Eg minnist tey fornu
»gullkristnu«, tey nevna,
ta ídni og tolmóð, sum trúgvin teim gav,
og síggi í stundini kristmanna levnað,
hitt sama er navnið, men nógv brýtur av.
So verið tað átti,
at øll nú við mátti
at honum, sum livir og kemur, oss vendu
og eins og tey gomlu av kærleika brendu.
 
3. Vár brúðgómur kemur ei leingi at bíða,
so keypið nú olju til ferð á hans fund!
Og sitið ei svøvntyngd, nú dagarnir líða,
men vakið og biðið sum himinsins sprund,
so snar vit í vendi
við stavi í hendi**
hvørt bil eru búgvin at himni at skunda,
sum sorgarnívd javnan í trongum á stunda.
 
4. Upp salvaðu tit, latið krossmerkið lýsa,
við krúnuni kongur fer til sína tjóð;
nú himnanna ríki teim loystu skal hýsa,
har gleðin er ævig, og lundin er fró.
Teim, her toldu vansar,
fær kongurin kransar
og krúnu, sum lýsir við bjartari megi,
enn middagssól skínur á miðsummardegi.
 
* Ef 4,15; 5,30 ** 2 Mós 12,11
 
C.F. Müller 1731. Brorson 1735. G. Bruun.
Lag: Sl. 330 a og b.
 

Aftur