Eg fátækur snúgvi mær, faðir - 271

271
Eg fátækur snúgvi mær, faðir,
til tín, sum í ljósinum býrt,
og havi eg dálkað mær klæðir,
tó tú hevur reinan meg skírt,
mín hugur er óreinur, villur,
mín gerningur oyddur og illur,
og tunga mín talaði svik.
 
2. So mikil gerst sál míni vandi,
tí burt fór eg frá tíni lið,
eg livdi í fjarskotnum landi
og fann ikki lívd ella frið,
so svikafull syndin meg vilti,
mítt lættsinni ogn tína spilti.
O, Harri, tú miskunna mær!
 
3. Bert fátækur komi eg, faðir,
tó longur ei binda meg har
teir fjarskotnu, svikmiklu staðir,
og eyga við krossin eg bar,
har Krist bøtti alt, sum eg spilti,
og heitir á alt, sum seg vilti,
og lovar mær náði frá tær.
 
4. Tí fari eg aftur nú, faðir,
til tín, sum í ljósinum býrt,
tú kavahvít keypti mær klæðir,
at skoða eg skal tína dýrd,
og alt, sum eg inti á sinni,
tú leggur tær ikki í minni,
tí krossfest er skuldabræv mítt.
 
Kol 2,14. G. Bruun.
Lag: sum Sl. 306.
 

Aftur