Sál mín, troytt, av sorgum mødd - 281

281
Sál mín, troytt, av sorgum mødd,
Jesus, til tín kemur,
bert hjá tær hon verður grødd,
mektug verk tú fremur;
hvíld teim troyttu gevur tú,
Jesus, Jesus, hoyr meg nú,
gev mær hvíld og ugga!
 
2. Syndin mær so bágin er,
ring er løn, hon gevur;
náði tín meg frían ger,
bjargað mær tú hevur.
«Far í frið og fróur ver,
synd tín fyrigivin er!»
ljóðar rødd tín blíða.
 
3. Jesus, takk for troystarorð,
meg tey ugga kunna;
fjandin royndi sálarmorð,
tú vilt lív mær unna.
Tær, sum eigur alla makt,
veri lov um ævir sagt
fyri lív av náði!
 
H.M. Jacobsen.
Lag: sum Sl. 148.
 

Aftur