Harra Guð, títt dýra navn og æra - 1

1
Harra Guð, títt dýra navn og æra
skal um allan heim í metum vera,
hvør sálin sæla,
hvør tungt má træla,
alt, sum kann mæla,
skal teg umtala
og æra.

2. Guð er Guð, um land alt legðist oyðið,
Guð er Guð, um menniskjan øll doyði,
um ættir fara,
um øldir snara,
blant stjørnuskara
skal ótømd vara
Guðs grøði.

3. Høga høll og lága lon skal víkja,
jørð og himmal skulu bæði svíkja,
hvørt fjall, hvør sýna,
hvør tindur dvína,
men fram skal trína,
sum sólin skína
Guðs ríki.

Petter Dass 1698.
J. Dahl 1925.
Lag: Sl. 121.
Aftur