Talsmansandi, sum kanst gera - 635

635
Talsmansandi, sum kanst gera
bøn úr suffum, sum vit bera
upp at himni foldum frá,
kanst í einum orði greina
alt, sum sæluna vil meina,
alt, sum oss er tørvar á,
ger so væl og niður dala
um Guðs veldisverk at tala;
tal’ við móðurmálsins rødd.


2. Tú, ið elskar tað, tú alir,
tú, ið kennir tað, tú mælir,
kærleiks andi, sannleiks skald,
tú, ið veitir tað, tú nevnir,
ger oss – eina tú tað evnir –
meira vís um harrans vald,
meira vís til satt at finna,
meira vís til sælan veg.


3. Sálarhirði, halgi andi,
eygleið oss á sjó og landi,
varðveit smálomb undan ørn,
vek upp dølsk, og verj tey mjúku,
tykta trygg, og frø tey sjúku,
vitja oss, og veit oss vørn;
lat so munn og hjarta vera,
at vit biðja, at vit bera
Jesu navni lov og prís.


4. Troystari, tá váðar hótta,
uggari í neyð og ótta,
vanda, missi, sút og sorg,
veit oss her í neyðar dali
barnarætt í høgum sali,
hús og heim í himni borg,
so at glað, tá dagar enda,
vit til uppheims hagar venda,
har sum friður fjálgur er.


 

Aftur