Lat sálmin frá tí lága - 14

14
Lat sálmin frá tí lága
hátt Guði lova nú.
Hann øllum her man ráða,
alt gevur til várt bú.
Í dýpið man hann skoða,
øll rúmd er í hans hond,
frá sínum himnaboga
hann lítur yvir heimsins lond.

2. Hann leiðir havsins bylgjur,
hann eigur stormsins mátt,
hann norðlýsinum fylgir
á longu vetrarnátt.
Hann verjir vára grøði,
hann ongan týna vil,
hann signar vára møði,
og øll hans náði røkkur til.

3. Tær veri prís og heiður,
tú alt tað besta vilt,
í náði tú oss leiðir
til himmiríki gylt.
Við hjarta og við tungu
vær viljum prísa tær,
tey gomlu og tey ungu,
o, Harri, tær lovsyngjum vær.

A.V. Forsman - Koskimies 1897.
Salomon J. Joensen 1965.
Lag: Sl. 204 a og b.
Aftur