Ein stutt, ein long

Niðurlag:
Ein stutt, ein long,
ein tríkantað stong,
ein klokka,
sum sigur ding-dong.


Ein lækja, ein løkur,
ein genta so vøkur,
ein genta so vøkur,
ein lækja, ein løkur.


Ein hundur, ein køttur,
ein morreyður vøttur,
ein morreyður vøttur,
ein hundur, ein køttur.


Ein stólur, ein krakkur,
ein snigil, ein maðkur,
ein snigil, ein maðkur,
ein stólur, ein krakkur.


Ein snælda, ein rokkur,
ein skallutur knokkur,
ein skallutur knokkur,
ein snælda, ein rokkur.


Ein føsta, ein grýla,
eitt skip fyri íla,
eitt skip fyri íla,
ein føsta, ein grýla.
 
 

Aftur