Fjøran (Tá eg í fjøru gangi)

1. /: Tá eg í fjøru gangi,
tá best tað dámar mær :/
at ganga einsamallur,
meðan vindur lær.


2. /: Eg hoyri másagneggjan
høgt uppi yvir mær, :/
og fram við landi sleikir
aldan tang og gjar.


3. /: Eg leiti eftir skeljum
og finni ymist har,:/
ein fagran tinnustein og
leikapetti glar.


4. /: Eg eigi fleiri hundrað,
tí eg skal siga tær, :/
tá eg vil hava frið, so
finnur tú meg har

Aftur