Sorgætlan fyri Skúlan í Eysturkommunu

1. Deyði hjá foreldrum og systkjum:

  • Flokslærarin kunnar leiðsluna og lærarar um tilburðin
  • Flaggið verður vundið á hálva stong
  • Flokslærarin kunnar flokkin um tilburðin og tosar um andlátið
  • Um systkin eru í øðrum flokkum, verður felags mannagongd fylgd í øllum avvarðandi flokkum
  • Greiða næmingunum frá, at sinnalagið hjá barninum, sum hevur mist/ber sorg, er ójavnt.
    Vera um næmingin ta fyrstu tíðina aftaná.

2. Sjúka við deyða sum fylgi hjá foreldrum:

  • Flokslærarin/toymið tosar við avvarðandi og kunnar seg um støðuna
  • Í samráð við heimið, kunnar flokslærarin/toymið flokkin um støðuna
  • Greiða næmingunum frá, at barnið, sum hevur sjúk foreldur/ber sorg, hevur skiftandi sinnalag/atburð
  • Hevur næmingurin onnur systkin í skúlanum, tosa allir lærarnir saman um støðuna
  • Kunna næmingarnar um sjúkuna við at greiða teimum frá øðrum líknandi tilburðum, brúka ymiskt tilfar í undirvísingini, sum hóskar til akkurát hendan tilburðin
  • Lærarin kann kunna seg hjá bókavørðinum um tilfar.

3. Tíðin eftir deyðan:

  • Tíðin eftir deyðsfallið kennist tung og krevjandi fyri tey avvarandi. Stutt sagt: Lívið steðgar upp.
  • Sorgin er ikki av eftir jarðarferðina, heldur tvørturímóti.
  • Tíðin er døpur og orkukrevjandi hjá teimum avvarandi. Hetta sæst aftur hjá næminginum m.a. við einsemi og manglandi motivation.
  • Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum eru kunnaðir um truplu støðuna hjá floksfelaganum
  • Áftaná eina tíð eigur flokslærarin/toymið saman við heilsusystrini at meta um tørvin hjá barninum. (skal barnið hava sakkøna hjálp?)

4. Sjúka við deyða sum fylgi hjá næmingi

Hevur næmingurin verið leingi sjúkur

  • Eggja børnunum í samráð við avvarandi foreldrum at vitja sjúka barnið
  • Flokslærarin boðar leiðsluni frá, leiðslan kunnar lærarnar um støðuna
  • Flokslærarin/toymið kunna flokkin
  • Eitt ljós verður tendrað við borðið hjá deyða næminginum
  • Flokslærarin saman við foreldrunum skipar fyri, at børnini fara at fylgja og vísa samkenslu við blómum, sangi ella/og tekningum
  • Leiðslan kunnar næmingarnar um deyðsfallið til morgunsang
  • Saman við kunningini fylgir eitt ritual.
  • Flaggið verður vundið á hálva stong.

Doyr næmingurin brádliga

  • Flokslærarin/toymið setur seg í samband við heimið fyri nágreiniliga at fáa at vita, hvat er hent, og hvussu støðan er
  • Flokslærarin/toymið kunnar flokkin og lærararnar
  • Morgunin eftir ella so skjótt til ber, kunnar leiðslan allar næmingarnar um hendingina og greiðir somuleiðis frá, hví flaggað verður á hálvari stong
  • Saman við kunningini fylgir eitt ritual
  • Umráðandi er, at næmingarnir í flokkinum fáa høvi at tosa um hendingina; tí er neyðugt, at flokslærarin er saman við næmingunum tann dagin, fyri betur á henda hátt at kunna práta, spyrja og vísa kenslur
  • Lærarin saman við foreldrunum skipar fyri, at børnini fara at fylgja og vísa samkenslu við blómum, sangi ella/og tekningum
  • Næmingarnir gera eina minningarbók um næmingin, sum heimið fær
  • Eitt ljós verður tendrað við borðið hjá deyða næminginum
  • Vitja á grøvini.

5. Tá lærari doyr

  • Leiðslan kunnar lærarar og næmingar til morgunandaktina og hevur eitt ritual
  • Flaggið verður vundið á hálva stong
  • Geva familjuni tilsøgn um hjálp til ervið.

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b