Byrjanarundirvísing

Innskriving

  • Dagurin skal gerast til ein serligan dag.
  • Um tað er gjørligt, skulu lærararnir, ið varða av flokkinum, vera tilstaðar.
  • Síggja 1. fl. arbeiða.               
  • 1. fl. (ella 2. fl.) undirheldur við sangi ella dansispæli.
  • Mappa verður útflýggjað. Í henni kann vera: sangir, stavraðið, taltalva, litmyndir, lættar arbeiðsuppgávur      

Foreldrasamstarv

Foreldur og lærarar, ið varða av flokkinum, hittast við/ella fyri skúlaársbyrjan at tosa um samstarvið millum heim og skúla.

Lærararnir kunna foreldrini um, hvat teir vænta sær av næmingunum, hvørji krøv skúlin setir til næmingarnar, og hvussu skúladagurin verður skipaður.

Foreldrini greiða frá, hvat tey vænta sær av skúlanum og skúlagongdini hjá næminginum.  Hesin foreldrafundurin er við til at geva lærarunum ein hóming av, hvørji børnini eru, og hvussu teirra førleikar eru. Í hvussu so er, um serlig viðurskifti eru.

Áðrenn næmingarnir byrja í 1. flokki, skal skipast fyri eini hugnaløtu, har næmingarnir saman við foreldrum og lærarum, ið varða av flokkinum, evna eitthvørt (møguliga boðbók/postkassa) og arbeiða við mappuni.

Skúlabyrjan

Leiðin til tryggleika, trivnað og væl eydnaða skúlagongd gongur ígjøgnum samstarvið millum heim og skúla. Skúli og heim skulu standa saman um hesa felags uppgávuna. Umráðandi er tí, at skúli og heim tosa saman um ætlanir, krøv og væntanir.

Tá ið skúlaárið byrjar, boðar læraratoymið til kunnandi foreldrafund, har ætlanin fyri flokkin verður løgd fram. Foreldrini kunnu so seta spurningar og gera viðmerkingar. Umráðandi er, at báðir partar draga somu línu, at náa ásettu málunum.

Skipan av degnum

Samstarvið um flokkin og skipanina av undirvísingini er av alstórum týdningi. Umráðandi er, at

næmingarnir læra góðar arbeiðsvanar, og at so fáir lærarar sum gjørligt samstarva um flokkin, tí tað er ein fyrimunur, at næmingarnir skjótt læra lærararnar at kenna og kenna seg tryggir.

Um tað er gjørligt, skal tímatalvan ikki vera pettað sundur í einstakar tímar. Heldur eigur at vera roynt at skapa heild í tímatalvuni, so at næmingar og lærarar kunnu arbeiða í friði uttan óneyðug slit.

Umráðandi er, at flokslærarin, umframt føroyskt ella støddfrøði, hevur eina lærugrein, ið leggur upp til prát t.d. heimstaðarlæru ella kristni.

Eitt vakurt umhvørvið skapar vakrar tankar:Tað er umráðandi at hava eitt kveikjandi umhvørvi, har næmingarnir fáa hóskandi avbjóðingar, og at hóskandi tilfar bæði til skapandi og fakligar avbjóðingar eru til staðar, tí hetta skapar bestu fortreytirnar fyri læring.

Í flokshølinum eigur gott tilfar at vera tøkt til skapandi arbeiði. Myndir og annað, ið næmingarnir hava gjørt, skal heingjast vakurt upp. Bæði myndabøkur og fakbøkur skulu vera til taks í ella nær flokshølinum, so tær vera ein náttúrligur partur av skúlanum.

Telda eigur at vera í flokshølinum.

Vikuætlan

0.a 0.á 1a 2a 3 4a 5a 6a 7a