Happingarpolitikkur

Endamál

Miðað verður ímóti at lærarar, foreldur og næmingar:

  • miðvíst arbeiða við trivnaði
  • vita hvat happing er
  • eru samd um, at happing ikki verður told
  • saman arbeiða móti happing
  • vita, at vit øll mugu taka ábyrgd, tá ið happing fer fram og at øll samarbeiða um at fyribyrgja happing

Hvat er happing?

Happing er tá onkur, ímóti vilja sínum, ferð eftir ferð í eitt ávíst tíðarskeið, er offur fyri ágangi frá einum ella frá fleiri persónum.  

Beinleiðis happing kann vera:

  • harðskapur, t.d. eitt skump, eitt slag eitt spark o.l. 
  • gerðir saman við hóttanum og háðanum 
  • óunnilig og særandi orð, t.d. munnliga, við sms­boðum ella við chatting 
  • „útfrysting“ frá felagsskapi og bólkum  

Óbeinleiðis happing kann vera:

  • gerðir uttan orð, m.a. herming og ljótt kropsmál
  • tilvitað látast ikki síggja persón til tess at særa 
  • niðurgerandi umtala, ið verður søgd umaftur og umaftur í ávíst tíðarskeið Havast má eisini í huga at happing fer fram uttan fyri skúlans gátt og í frítíðini m.a. á alnetinum og við sms­boðum.

Hvussu fyribyrgir skúlin happing?

Vit arbeiða alsamt við trivnaði í øllum flokkum, so allir næmingar trívast og mennast og kenna seg virðismiklan í felgsskapinum. Hetta verður millum annað gjørt við

  • góðum samskifti og samstarvi millum næmingar, lærarar og foreldur
  • afturvendandi tiltøkunum
  • næmingasamrøðum
  • floksfundum
  • trivnaðarátøkum
  • nøgdsemiskanningum
  • at geva næmingunum eina fatan av, hvar eins egna og markið hjá øðrum gongur.
  • at arbeiða við at styrkja sjálvsálitið og sjálvsvirðið
  • at menna samstarvsevnini hjá hvørjum einstøkum næmingi

Hvussu fyribyrgir heimið happing?

Heimið stuðlar undir trivnaði í skúlanum við

  • at læra barnið at síggja tað sum eina dygd at hjápa við trivnaði og fyribyrgja happing
  • At læra barnið at siga frá, um tey síggja, at onkur ikki trívist ella verður happaður
  • Ikki at tosa neiligt um skúlan, lærarar, onnur børn ella onnur foreldur. Tað órógvar trivnaðin í skúlanum og tollyndi mótvegis hvørjum øðrum í flokkinum.
  • At stuðla barninum í at spæla við nógv ymisk børn. Hetta styrkir barnið og minkar um vandan fyri, at summi fella uttanfyri.
  • At hugsa um, um tað eru ávís børn í flokkinum, sum barnið ongantíð nevnir ella ongantíð spælir við.
  • At eggja barninum til at verja tann, sum ikki megnar at verja seg sjálvan.
  • At læra barnið at loysa ósemjur
  • At ansa eftir, at barnið tekur væl ímót føðingardagsinnbjóðingum frá øllum. Hetta vísir virðing fyri føðingardagsbarninum.
  • At tá barnið bjóðar í føðingardag, so minst til, at øll verða boðin við. Allur flokkurin ella allar gentur/allir dreingir.
  • At raðfest samveru við hini foreldrini í flokkinum.
  • At stuðla teimum lærarum, sum raðfesta tað sosiala umhvørvið í flokkinum.

Hvat gera vit, tá næmingur verður happaður?

  • Flokslærarin tekur málið upp við flokstoymið, AKT-lærara, heimini og heilsufrøðing
  • Saman arbeiða tey um at steðga happingini og aftur fremja góðan trivna fyri øll í flokkinum. 

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b