Lesiætlan í KT

Endamálið er

  • At KT gerst ein nátúrligur partur av undirvísingini.
  • At næmingarnir læra at brúka vanligastu KT-amboðini.
  • At næmingarnir sjálvir læra at taka støðu til, nær KT er rætta amboðið.

KT-økini arbeitt verður við eru

  • Teldan og tilknýttu eindirnar
  • Tekstviðgerð
  • Rokniark
  • Alnótin og teldupostur
  • Myndaviðgerð

Ábyrgd

Flokslærarin hevur ábyrgd av, at næmingarnir fáa telduførleikan. Sær hann seg ikki føran fyri hesum, skipar hann fyri, at annar lærari ger tað.

Lesiætlanin er býtt upp í tveir partar: (1. – 3. fl) og (4. – 7. fl).

1. undirvísingarpartur: 1. til 3. skúlaár

Teldan v.m.:

  • Skýggi, knappaborð, mús
  • Tendra og sløkkja
  • Brúkaranavn, logga inn á netið
  • Lata upp og aftur gluggar
  • Tendra og sløkkja forrit
  • Músavenjing
  • Pílaknappar og innknappar
  • Tekna við Paint
  • Goyma og heinta
  • Fara væl um útbúnaðin

Tekstviðgerð:

  • Skriva bókstavir
  • Skriva orð við stórum og smáum
  • Strika og rætta í teksti
  • Broyta skrift og stødd
  • Skriva smáar søgur
  • Goyma og heinta í egnari mappu
  • Prenta út

Alnótin

  • Logga inn til Samhøll
  • Senda  og lesa teldupost
  • Etikkur á alnótini

2.  undirvísingarpartur: 4. til 7. skúlaár:

Tekstviðgerð:

  • Seta inn myndir í tekst
  • Vís útskrift
  • Broyta stødd, snið, lit v.m. í teksti
  • Klippa, avrita, seta inn
  • Avrita ímillum skjøl/forrit
  • Seta upp í punkt
  • Tabel
  • Teigar
  • Nýta rættstavaran(fø/da/en)
  • Nýta orðabøkur(fø/da)
  • Umbróta tekst um myndir
  • Skanna myndir
  • Fáa kunnleika til prentara og trupulleikar við at skriva út

Rokniark:

  • Skriva inn tøl
  • Tekst/tøl í puntum
  • Einfaldar frymlar
  • Sotera
  • Gera ymisk diagramm
  • Avrita frymlar

Alnótin:

  • Víðari við telduposti og at samskifta við næmingar
  • Heimasíður
  • Leita eftir tilfari á alnótini
  • Royna leitiskipanir
  • Avrita tilfar frá alnótini
  • Práta um, hvat er sømiligt, etikkur á alnótini

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b