Ábyrgd og leiklutir

Skúlastýrið

Skúlastýrið við Skúlan í Eysturkommunu er mannað við trimum foreldraumboðum, tveimum kommunustýrisumboðum og einum starvsfólkaumboði. Skúlastjórin er skrivari í skúlastýrinum.

Skúlastýrið hevur eftirlit við virksemi skúlans og tekur avgerð um øll viðurskifti skúlanum viðvíkjandi, ið ikki eru løgd undir kommunustýrið ella skúlastjóran.

Skúlastýrið ummælir árligu fíggjarætlanina fyri viðkomandi skúla og samskiftir við kommununa um fíggjarligar og aðrar umstøður hjá skúlanum. Skúlastýrið viðger saman við kommunustýrinum uppskot um skúlabygging og umbygging.

Skúlastýrið viðger eisini saman við kommunustýrinum uppskot um skúlabygnað kommununnar og broytingar í honum.

Skúlastýrið ásetir meginreglurnar um virksemi skúlans m.a. trivnaðarætlan, undirvísingarætlan, arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina, samstarvið ímillum skúla og heim v.m..

Skúlastýrið skal ummæla øll mál viðvíkjandi skúlanum, sum kommunustýrið tekur avgerð um, og skúlastýrið hevur rætt at ummæla øll mál, ið viðvíkja skúlanum í kommununi. Skúlastýrið gevur ummæli í øllum málum, sum kommunustýrið ella landsstýrismaðurin leggur fyri tað.

Leiðslan

Leiðslan í skúlanum hevur ábyrgdina av, at skúlin áhaldandi hevur eitt virkið trivnaðararbeiði. Leiðslan syrgir fyri, at karmarnir viðvíkjandi ábyrgd og uppgávum eru greiðir. Leiðslan skal vera við til at endurskoða trivnaðararbeiðið. Hetta verður gjørt eftir tørvi, men á hvørjum ári luttekur leiðslan saman við førleikastovuni á einum felags fundi, sum hevur til endamáls at viðgera trivnaðararbeiðið sum heild, koma við møguligari nýggjari kunning á økinum og at endurskoða trivnaðarætlanina. Leiðslan tryggjar, at starvsfólkið er væl kunnað um trivnaðararbeiðið í skúlanum. Leiðslan hevur trivnaðararbeiðið á skrá á námsfrøðiligum fundum í minsta lagi 2 ferðir um árið – á fyrsta námsfrøðiliga fundi eftir summarfrítíðina og á námsfrøðiligum fundi í apríl, har trivnaðararbeiðið og trivnaðarætlanin verða endurskoðað.  

Flokslærarin

Flokslærarin hevur ábyrgdina av trivnaðararbeiðinum í sínum flokki og skal samskifta og samstarva við allar viðkomandi partar.  Sum part av trivnaðararbeiðinum kann flokslærarin hava floksfund eftir tørvi. Flokslærarin skal eisini sum part av trivnaðararbeiðinum hava næmingasamrøður. Flokslærarin boðar heimunum frá, nær næmingasamrøðurnar verða. Arbeiðið verður gjørt í samráð við hinar lærararnar, sum hava flokkin. Flokslærarin viðger eisini evnið á fyrsta felags foreldrafundi eftir summarfrítíðina. Á hesum fundi verður mælt til, at foreldrini skipa ein trivnaðarbólk/foreldraráð.

Førleikastova

Førleikastovan er sett á stovn sum liður í at arbeiða við og loysa trivnaðarviðurskifti og sertilboð til næmingar við serligum avbjóðingum. Undir førleikastovuni virka serlærarar, AKT-lærarar, lesivegleiðarar og orðblindalærarar. Eisini er SSP-samstarvið skipað undir førleikastovuna.

TÍTT (tiltøk í tøkum tíma) er ein verkætlan, sum verður skipað undir førleikastovuni.

Førleikastovan samstarvar við heilsusystur, lærarar og sernám. Leiðslan hevur samband/fundir við førleikastovuna minst fýra ferðir um árið. Karin Vatnhamar og Silvurlín Rasmussen leiða førleikastovuna.

Heilsufrøðingur

Arbeiðið hjá heilsufrøðinginum er í stóran mun fyribyrgjandi og heilsufremjandi. Heilsufrøðingurin kannar og eygleiðir við jøvnum millumbili barnið frá tí, tað er føtt, til tað er liðugt í fólkaskúlanum. Heilsufrøðingurin ráðgevur og stuðlar foreldrunum viðvíkjandi kropsligu, sosialu og sálarligu menningini hjá barninum.
Inga Símunardóttir er sett sum heilsufrøðingur í skúlunum í Fuglafjarðar- og Eysturkommunu. Hon hevur tlf. 562375. Les meira um heilsufrøði hjá børnum og ungum á www.gigni.fo.

Foreldur og verjar

Foreldur og verjar fylgja við í tí, ið barnið arbeiðir við, og stuðla tí í arbeiði sínum. Vísa virðing fyri arbeiði og arbeiðstíð næmingsins, soleiðis at frítíðir, frítíðarvirksemi og annað verður lagt uttanfyri skúlatíð. Siga frá, um barnið ikki er í skúla. Foreldur og verjar samstarva við skúlan um reglugerðir, so barnið skilir, at vit draga eina línu. Foreldur og verjar eru góðar fyrimyndir. Tey vísa barninum, skúlanum og ábyrgdarfólki virðing, og skúlin virðir tey. Foreldur og verjar fylgja við, at barnið trívist, og boða beinanvegin frá, um illgruni er um mistrivnað.

Foreldraráð

Fordrabólkur verður skipaður í hvørjum einstøkum flokki.

Næmingurin

Dugir at vera saman við øðrum og at vísa fyrilit. Sýnir fólkaligan og høviskan atburð. Er væl fyri at taka ímóti undirvísing. Tað vil siga, at hann er úthvíldur og hevur etið – ella hevur ein bita við sær at eta. Møtir til tíðina. Er fyrireikaður, tá hann kemur í skúla. Hevur bøkur og amboð við sær.

Heimaarbeiði

Heimaarbeiðið verður fráboðað á heimasíðu skúlans í seinasta lagi kl. 15. Heimaarbeiði er partur av frálærutilfari skúlans, men tað er ikki soleiðis, at næmingarnir skulu sita heima og læra seg nýtt tilfar. Heimaarbeiðið er venjing av tí, sum frammanundan er lært í skúlanum.

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b