Dansitíðin byrjað

Byrjanardeild 24.01.2019

Í morgun var ársins fyrsti dansidagur í byrjanardeildini. Vit kvóðu Veturin kom við kulda og kava, Burtur á heiði, Øskudólgur og Sópingarkonan, Eg kendi mær ein ríkmann og Santa Simeon. Næmingar syngja væl við og venja seg við stevini.

Í tíðini fram til føstulávint verður farið upp á gólv í skúlanum umleið eina ferð um vikuna. Tvær ferðir kvøða báðar deildirnar saman - 12. februar fara næmingarnir í miðdeildini til Leirvíkar at kvøða, og 27. februar fara næmingarnir í byrjanardeildini til Gøtu at kvøða. 

Dansitíðin endar føstulávintsmánadag tann 4. mars, tá ið foreldur og onnur avvarandi eru vælkomin í skúlan at kvøða saman við børnunum. Nærri kunning um hetta kemur seinni.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b