3. og 4. flokkur við í "Flogbørn"

Tíðindi 20.03.2019

Flogbóltskapping fyri skúlar undir átakinum "Flogbørn" var í høllini á Kambsdali í gjár fyri 3. og 4. flokkarnar í Fuglafjarðar skúla og Skúlanum í Eysturkommunu.

Flokkarnir úr Eysturkommunu vunnu báðar kappingarnar og fingu steyp.

Endamálið við átakinum Flogbørn er at menna børnini til sannan flogbólt. Flogbóltur er eitt spæl, sum er lætt at spæla, og spælið kann lagast til motorisku evnini

Peter Morell, menningarstjóri í danska flogbóltssambandinum, og kona hansara, Anne Fredriksen, hava verið á skúlanum og lagt næmingum og lærarum lag á.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b