Stuðulsstørv leys at søkja

Felagstíðindi 14.06.2019

Námsfrøðilig stuðulsstørv lýst leys at søkja frá 1. august 2019:

Søkt verður eftir: 

  • 1 námsfrøðingi í fast starv frá 1. august 2019 við setanarbroti 0,5. 
  • 2 námsfrøðingum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2019-2020 við setanarbroti 0,44. 
  • 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2019-2020 við setanarbroti 0,25. Starvið kann møguliga leggjast saman við starvi í Frítíðarheiminum. 

Endaligt tímatal verður ásett av næmingatalinum 1. septembur. 

Stuðlarnir verða knýttir at næmingum við serligum tørvi í grunddeildini, sum er í Leirvík, og miðdeildini, sum er í Gøtu.

Skúlanum tørvar stuðlar, ið eru arbeiðshugaðir, nærlagdir, samstarvshugaðir, taka ábyrgd og síggja møguleikar.

Tey, ið sett verða í stuðulsstørvini, skulu hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verða størvini skipað sum hjálparfólkastørv.

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum. Arbeiðstíðin er frá kl. 08:00 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.

Lønar-  og setanartreytir:

Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-21 (frá 11-22 frá 1. oktober í 2019). Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-8 (frá 3-9 frá 1. oktober í 2019).

Umsóknir:

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.

Umsóknarfreist: 28. juni 2019 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0.a 0.á 1a 2a 3 4a 5a 6a 7a