Síðsta vikan í byrjanardeildini
Byrjanardeild 19.06.2019
Í komandi viku, frá 24. - 27. juni, verður skúlagongdin soleiðis:
Mánadagin, vanlig skúlatíð
- Flokshugni, eru saman við flokslæraranum
Týsdagin, vanlig skúlatíð
- OL
Mikudagin, vanlig skúlatíð
- Hugni í skúlagarðinum
- Fótbóltsdystur: 3. flokkur vs. lærararnir
- Grillparty (ikki neyðugt at hava stóra matpakka við)
Hósdagin, í skúla frá kl. 08.00 - 11.30
- 3. flokkur sigur farvæl
- Vit fáa summarfrí
Broytingar kunnu koma fyri, um veðrið ikki verður til vildar.
Hósdagin fáa allir næmingarnir frí kl. 11.30. Tá tekur frítíðarheimið ímóti børnunum, sum ganga har.
Gloymd klæðir o.a. liggja í gongini við svimjihylin frá 25. -27. juni. Tað, sum liggur eftir, tá ið skúlin fer í summarfrí, verður burturbeint.
Skúlagongdin byrjar aftur mánadagin 19. august.