Jólini í byrjanardeildini

Byrjanardeild 05.12.2019

Í døgunum 12., 13., 16. og 17. desember arbeiða næmingarnir í skúlaspíranum, 1. fl. og 2. fl. í verkstøðum. Tey verða í skúla frá kl. 08:00-12:00, tá farið verður í frítíðarheimið. Hesar dagarnar fara næmingarnir í 3. fl. at venja til jólaframførsluna, sum verður mikudagin 18. des. kl. 17, tá árliga jólahaldið verður í miðhøllini í Leirvíkar skúla, har foreldur eru hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu.

18 og 19. des. fara vit í skúla kl. 08:00, tá fara børnini at hugna sær saman við sínum flokslærara. Skúlagongd er til vanliga tíð 18. des., meðan børnini fáa frí eftir 5. tíma tann 19. des. Tað vil siga, at 6. tíman hava tey frí.

20. des. fara allir næmingarnir í Skúlanum í Eysturkommunu í kirkju í Leirvík kl. 08:30. Børnini í byrjanardeildini møtast í skúlanum kl. 08:00. Aftan á gudstænastuna, fara børnini í byrjanardeildini aftur í skúlan, har vit dansa um jólatræið og hava eina hugnaliga løtu. Dagurin endar kl. 11:30, tá skúlin fer í jólafrí. Tá fara børnini í frítíðarheim ella heim.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b