Skúlin letur aftur

12.03.2020

Dagført 17. mars kl. 11.00

Góðu foreldur og næmingar!

(Attention - English summary below)

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur. 

Í morgin 13. mars verður í mest møguligan mun vanlig skúlagongd hjá teimum børnum, sum møta. Vit fara tó at fylgja áheitanini frá mynduleikunum og royna at umgangast at samla ov nógv børn saman. Tí fara vit ikki at hava morgunsang í morgin 13. mars. 

Í hesi serstøðu, sum allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan millum annað um heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina, flutning, handilsvinnu, útflutningsvinnu, avgerandi samfelagsveitingar s.s. samskifti, ruskkoyring og elveiting. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og hetta kann hava við sær avbjóðingar viðvíkjandi ansing. 

Skúlarnir og frítíðarskúlarnir verða tí opnir fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnutænastur og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna. 

Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á ansing, boða frá hjá leiðslu skúlans, nær tey hava tørv á ansing og við hvørji orsøk. Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13 fríggjadagin 13.03.2020, so virksemið kann skipast. Ella, innan kl. 13.00, tveir dagar áðrenn tørvur er á ansing.  


Skúlin viðmælir foreldrum og næmingum at fylgja við í vikuætlanini hjá børnunum, har boð um skúlating verða løgd út, so børnini í mest møguligan mun fáa verið virkin innan skúlaskap, hesar vikurnar skúlin er stongdur. 

 

Vinarliga 

 

Atli F. Johansen, skúlastjóri. 

Skúlin í Eysturkommunu 

Telefon: +298 730070 

 

Summary in English 

Dear parents, 

In accordance with the recommendations from the school authorities, there will be no school from Monday the 16th of March until Friday the 27th of March. Under any circumstances if it is possible for the children to stay at home tomorrow, Friday 13th of March, that will be hardly recommended. 

Please stay informed on your children´s class website. 

Sincerely 

Atli F. Johansen, head-master 

Skúlin í Eysturkommunu 

 

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b