Leiðreglur og kunning nú skúlin byrjar aftur (dagført 17. apríl)

Tíðindi 16.04.2020

Nú skúlin so spakuliga byrjar aftur og avgerð er tikin um, at tað eru næmingarnir í 0. fl. til og við 3. fl., sum kunnu fara í skúla, er leiðslan í skúlanum samd um, at 2. fl. og 3. fl. fara yvir til Gøtugjógv at ganga í skúla, meðan 0. fl. og 1. fl. verða í Leirvík. Skúlagongd verður frá kl. 8:00 - 12:00.

Inngongdirnar lata upp kl. 7:50. Í Leirvík nýtir skúlaspírin høvuðsdyrnar og 1. fl. úthurðina við svimjihylin. Við Gøtugjógv nýtir 2. fl. høvuðsdyrnar og 3. fl. dyrnar oman fyri tað nýggja spæliplássið. 

Í samband við at skúlin byrjar aftur, eru fyrispurningar komnir um bussleiðina, men kommunan hevur avgjørt, at bussleiðin ikki koyrir fyribils. Sostatt mugu foreldur og avvarðandi sjálvi koyra børnini í skúla og heinta tey eftir skúlatíð, um tey skulu heim.

Nú vit byrja aftur er umráðandi, at vit fylgja nøkrum yvirskipaðum leiðreglum í mun til at fyribyrgja smittu. Í hesum sambandi fara vit at heita á tykkum foreldur og avvarðandi um at hjálpa okkum við hesum og tosa við børnini um hetta, áðrenn tey koma aftur í skúla. Tað er sera umráðandi, at børnini kenna seg trygg, og latið tí børnini vita, at tey vaksnu fara at hjálpa teimum at minnast til at gera tað, sum gerast skal í samband við fyribyrging. 
 

Leiðreglur


Reinføri av hondunum
Øll skulu vaska sær um hendurnar: 
   * tá tey koma í skúla um morgunin ella í frítíðarskúla seinnapartin 
   * tá hendurnar eru sjónliga dálkaðar 
   * við jøvnum millumbilum t.d. hvørt fríkorter (í minsta lagi annanhvønn tíma) 
   * hvørja ferð, tey hava verið á vesi 
   * áðrenn tey eta, og tá tey eru liðug 
   * eftir at hava snýst sær, og eftir at tey hava hostað ella nosið í hendurnar ella í eitt einnýtislummaturruklæði
 Stuttfilmur um, hvussu ein vaskar hendur sæst her 

Tá næmingar verða settir av ella heintaðir 
Um tað er gjørligt, so skulu næmingar verða settir av við inngongdina til skúlan. Tryggjast skal tó, at foreldur ella onnur, ið fylgja børnunum, ikki savna seg saman við inngongdirnar til skúlan. Takið tí atlit til hvønn annan, tá komið verður til inngongdina. Foreldur skulu ikki koma inn í skúlan. 

Frástøða 
Tað kann verða neyðugt at býta næmingarnar sundur í bólkar og koyra teir í fleiri ymisk høli til tess at tryggja ta neyðugu frástøðuna. 
So nógvir aktivitetir sum gjørligt verða uttandura og spælt verður saman í smærri bólkum. 
   
Sjúkueyðkenni 
Ofta minna sjúkueyðkennini um aðrar krímsjúkur. Fólk kunnu fáa krím, ilt í hálsin, vøddapínu, turran hosta og fepur. 
Ein næmingur, sum fær sjúkueyðkenni meðan hann er í skúla, skal avheintast skjótast gjørligt. 
Hava starvsfólk ella næmingar sjúkueyðkenni, eisini mild sjúkueyðkenni, skulu tey ikki fara í skúla.

Stuttfilmurin "Soleiðis fara vit aftur í skúla" sæst her
 
Omanfyri nevndu leiðreglur eru komnar frá myndugleikunum, og fara vit sum skúli at fylgja hesum, so gott vit kunnu. Vit vilja takka tykkum foreldrum fyri, at tit eisini gera tykkara besta fyri at fylgja hesum leiðreglum. Kunning og leiðreglur verða dagførdar, so hvørt okkurt nýtt kemur, ella um broytingar koma í.

Um tit foreldur hava spurningar um eitthvørt, kunnu tit ringja til flokslæraran hjá tykkara barni. 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b