Vallistin til skúlastýrisvalið 2020

03.11.2020

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Skúlanum í Eysturkommunu. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval.  

Skúlin í Eystukommunu heitir á foreldur um at tryggja sær, at tey hava valrætt til skúlastýrisvalið fyri Skúlan í Eystukommunu. Bert tey foreldur/avvarðandi, sum standa skrásett hjá Fólkayvirlitinum at hava foreldramyndugleika yvir næmingi í Skúlanum í Eystukommunu verða skrásett á vallistanum, og tað eru bert tey, sum hava valrætt. Vallistarnir hava ligið frammi á býráðsskrivstovvuni til alment eftirlit síðani 30 oktober 2020. 
Valt verður í somu valstøðum, sum til kommunuvalið. Foreldur/avvarðandi, sum skulu velja til skúlastýrið í Fuglafirði, mugu velja í Mentunarhúsinum í Fuglafirði. Foreldur/avvarandi, sum hava børn í 7. flokki, hava valrætt bæði í Fuglafirði og í Eysturkommunu til skúlastýrið. 

Valevnir eru:

  • Tórur Didrik Djurhuus, við Bólstein 4, 520 Leirvík 
  • Katrin Ingolfsdóttir Gregersen, fyri oman Brúgv 2, 513 Syðrugøta 
  • Noomi Gregersen, fyri oman Brúgv 10, 513 Syðrugøta 
  • Karstin Kristiansen, Eggjarvegur 13, 520 Leirvík 
  • Eydna Lucia Nesá, Gerðavegur 22, 513 Syðrugøta 
  • Ingun N. Olsen, Biskupsmerkur 11, 520 Leirvík 
  • Rebekka Olsen, Toftanes 11, 520 Leirvík 
  • Elinborg Osvaldsdóttir, úti í Bø 8, 513 Syðrugøta 
  • Arni Zachariassen, við Ánna 56, 512 Norðragøta 
     
    Vegna Skúlan í Eysurkommunu 
    Atli Fróði Johansen, skúlastjóri 
     
Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b