Fartelefonir í Skúlanum í Eysturkommunu

15.01.2021

Telefonpolitikkur í miðdeildini 

Tá ið komið verður í skúla um morgunin, verða teir næmingar, sum hava telefon við, bidnir um at sløkkja hana og leggja hana í ein kassa, sum er keyptur til endamálið. Telefonin verður liggjandi har, til skúladagurin er liðugur. Hetta merkir sostatt, at næmingarnir ikki brúka telefonina í skúlatíðini, uttan so, at lærarin gevur næmingunum loyvi til tess í samband við undirvísing. Tá ið liðugt er at brúka telefonina í undirvísingini, skal hon leggjast aftur í kassan. Tað er tó als ikki neyðugt at hava telefon við í skúla sum undirvísningaramboð, til tað hava vit onnur amboð. 

Hevur næmingur tørv á at ringja, kann hann venda sær til sín lærara ella skrivstovuna. Hava foreldur tørv á at fáa fatur á barni teirra, kunnu tey ringja til lærara ella skrivstovu. 

Verður telefonin tikin fram í skúlatíðini uttan loyvi frá læraranum, verður telefonin tikin frá næminginum og løgd inn á skrivstovuna. Næmingurin kann koma eftir telefonini, tá viðkomandi hevur fingið frí. Hendir tað aftur, at næmingurin nýtir telefonina í skúlatíð, verða vit noydd til at biðja foreldrini koma í skúlan eftir telefonini. 

Tað er tí skilagott at lata telefonina liggja heima, tá tú fert í skúla. Vit leggja her áherðslu á, at tá næmingur hevur telefon við í skúla, er tað egin ábyrgd, um skaði kemur á telefonina.


Byrjanardeild

Sami telefonpolitikkur er framvegis galdandi, vit fara tó at minna á, at næmingar ikki skulu brúka urini at ringja við í skúlatíðini. 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b