Sletudagur í skúlanum

27.01.2021

Í morgin hósdagin 28. januar fara vit at hava sletudag í skúlanum. Dagurin byrjar við vanligari undirvísing og síðani fara vit at sleta.

Byrjanardeildin fer at sleta frá kl. 9:30 til uml kl. 11:30, tá vit fara í skúlastovurnar at eta matpakka og fáa kakao og fransbreyð. Skúlaspírin sletar til kl. 11:00, og fara í frítíðarheimið kl. 11:30. Eftir kl. 12:00 verður vanlig undirvísing.

Miðdeildin fer at sleta frá kl. 10:00 til uml. kl. 12:00, tá vit fara í skúlastovurnar at eta matpakka og fáa kakao og fransbreyð. Tá vit eru liðug at eta, verður vanlig undirvísing aftur.


Minnist til at taka sletuna við og latið tykkum væl í og havi einar turrar hosur í taskuni, so tykkum ikki nýtist at sita við vátum og køldum beinum til undirvísingina aftaná.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b