Vitjan av Hagstovu Føroya

11.11.2021

Í dag hava fólk frá Hagstovuni verið og vitjað í innskúlingini í Leirvík. Tey greiddu frá teirra arbeiði, og við sær høvdu tey eina legobygd, sum tey nevna Hagvík.
 
Í turru tølunum finna vit lív og søgur um verulig fólk. Hagtøl eiga tí at upplivast.

Hagvík er ein lítil føroysk bygd, sum tekur pulsin á føroyska samfelagnum. 

Lívið í tí lítlu bygdini er hendingaríkt. Smáu býlingarnir eru fullir av søgum um lív og fólk, ið verða stuðlaðar av viðkomandi hagtølum - beinleiðis úr hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.

Endamálið er at gera hagtøl og meira atkomulig, so vit kunnu liva okkum inn í søgurnar í hagtølunum. Bygdin skal kveikja áhugan fyri tí týdningi, ið hagtøl hava, og vísa úrvalið í og møguleikarnar við okkara heimasíðu og í Hagtalsgrunninum.

Hagvík er sniðgivin, bygd og ment á Hagstovuni. Hon er fyrsta av sínum slag. Skermarnir eru knýttir at smáum teldum í borðinum, sum hava samband við hagtalsgrunin á heimasíðuni hjá Hagstovuni. Skermarnir dagførast sjálvvirkandi, tá nýggj tøl vera tøk. (hagstova.fo)

Komandi vikurnar fara næmingarnir at arbeiða við hagtølum í skúlanum.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b