Tilmælir til 5.b

17.11.2021

Vegna fleiri smittutilburðir í 5.b, broytir landslæknin nú tilmælini fyri 5.b. 

Allir næmingar í 5.b skulu heim í sóttarhald til 25. nov. Tilmælini eru, at í meðan børnini eru í sóttarhaldi, kunnu børnini bara vera saman við húskinum og ikki saman við nøkrum øðrum.

Hava tit spurningar viðvíkjandi sóttarhaldi, eru tit vælkomin at skriva til landslæknan t-post fao@stps.dk  

Tað verður mælt til at testa seg 19. nov., 21. nov. og 25. nov.. 

Landslæknin mælir til, at allir næmingarnir í 5.b hava eina negativa test, áðrenn teir koma aftur í skúla tann 26/11. 
Hesi tilmæli eru bert galdandi fyri næmingar í 5.b. 

Vit minna á at halda reinføri, vaska og spritta hendur og vera varin. Sí meira á www.corona.fo 

Nærri kunning um undirvísing í meðan tey eru heima, verður at síggja á vikuætlanini. 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b