Lesiátak í miðdeildini

30.11.2021

Lesiátakið, sum hevur verið í miðdeildini tær seinastu tríggjar vikurnar, er nú at enda komið. Nógvar bøkur eru lisnar hesa tíðina, og tað vísa varðarnir, sum børnini hava gjørt.

Hvør flokkur hevur gjørt ein varða úr endurnýtslu lutum, sum umboðar allar bøkurnar, sum næmingarnir í tí ávísa flokkinum hava lisið hesa tíðina. Harumframt hava allir næmingar í miðdeildini klipt ein ring út fyri hvørja bók, tey hava lisið, og síðan eru allir ringarnir hongdir upp á veggin í gongini, og ímynda teir ein felagsvarða.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b