Skúlagongdin restina av árinum

12.12.2021

Mánadagin 13/12 - 15/12
Kunning um skúlagongdina til og við 15/12 liggur á vikuætlanini hjá teimum ymsu flokkunum. Av tí at alt ikki er komið upp á pláss enn, so fara vit at heita á tykkum foreldur og næmingar um dagliga at hyggja inn á vikuætlanina hjá flokkunum.

Hósdagin 16/12 - týsdagin 21/12
Næmingarnir fara í jólafrí.
Tó verður skipað fyri neyðansing hesar dagar. Skúlin og frítíðarskúlin verða opnir fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur ongan møguleika hava fyri ansing annars. Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á neyðansing, boða frá hjá skúlanum á telefon 730080, mánadagin 13/12 og týsdagin 14/12 millum kl. 09.00 - 12.00, nær tey hava tørv á ansing, so virksemið kann skipast.

Um tit hava tørv á ansing í frítíðarskúlanum eftir skúlatíð, kunnu tit ringja til Frítíðarheimið á telefon 730053, mánadagin og týsdagin millum kl. 09.00 - 12.00.

Hesar dagarnar fer Nám møguliga at skipa fyri onkrum til næmingarnar. Tit fáa boð um hetta á vikuætlanini. Tit eru vælkomin at fylgja við á vikuætlanini dagliga.

Vinarliga

Leiðslan

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b