Felagsforeldrafundur 23. mars 2022

22.03.2022

Skúlastýrið í Skúlanum í Eysturkommunu bjóðar til felags foreldrafund í miðhøllini í skúlanum í Leirvík mikukvøldið 23. mars 2022, kl. 19.00.

Skúlastýrið leggur fram ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2020/2021 

Fyrilestur við Tórfríð Danielsen

Ótti hjá børnum og millum børn. Hvussu hjálpa vit sum foreldur okkara barni, tá óttin tekur yvirhond?

Ótti er ein natúrligur partur av menningini hjá børnum, men viðhvørt elva teir óttafullu tankarnir til, at barnið verður avmarkað í sínum gerandisdegi.

Børn hava við aldrinum betur førleika at hugsa seg fram til, hvat kann henda við sær sjálvum og øðrum, og tí eisini hvussu okkurt kann ganga galið. Í hesi tíð við korona og kríggi kann eisini vantast, at børnini verða ávirkaði og gerast óttafull, og hava meira tørv á samrøðum, uggan og troyst frá teimum vaksnu.

Fyrilesturin kemur at snúgva seg um munin millum natúrligan/realistiskan ótta og so patologiskan/órealistiskan ótta hjá børnum. Eisini verður dvølt við, hvussu vit, sum foreldur kunnu grípa inn, soleiðis at óttin ikki tekur yvirhond, umframt nær tørvur er á professionellari hjálp.

Aftaná verður kaffi og tíð til spurningar og prát.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b