Næmingar samlað 25.000 kr. til Ukraina

18.03.2022

Fríggjamorgunin handaðu næmingar í Leirvíkar skúla tveir kekkar til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Ukraina á tilsamans 25.000 kr.

Næmingarnir í 3. flokki høvdu skipað fyri sølu av pitsasniglum og pylsubreyðum. Fólk vóru røsk at stuðla, so sølan gekk avbera væl. Tiltakið gav góðar 16.000 kr., sum skuldu latast Reyða Krossi og teirra neyðhjálpararbeiði í Ukraina.

Eisini høvdu nakrir næmingar í 1. og 2. flokki saman við foreldrunum skipað fyri fløskuinnsavnan í Leirvik til sama endamál. Hetta gav knappar 9.000 kr.

Per Jacobsen frá Reyða Kross var í skúlanum í Leirvík fyri at taka ímóti pengunum. Hann greiddi frá arbeiðinum hjá Reyða Krossi og takkaði hjartaliga fyri stuðulin, sum næmingarnir høvdu latið.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b