Verkætlanarframløgur

29.03.2022

Seinastu vikuna hava 7. flokkarnir arbeitt við verkætlan. Evnini teir ymisku bólkarnir valdu at arbeiða við eru hesi: "Grøn orka", "Rúmdin", "Rusland/Ukraina", "Rørsla", "Gikt", "Tað yvirnattúrliga", "Tunglyndi", "Rúsevnir", "Angist", og  "Týningarlegur".
Í dag høvdu tey so framløgur fyri næmingum og lærarum. Gingið varð á skift úr einari stovu í aðra, har tær ymisku framløgurnar vóru. Tey vóru sera røsk at leggja fram og aftan á hvørja framløgu, kundu spurningar setast. Tað vísti seg, at flestu evnini vóru viðkomandi fyri hinar næmingarnar, og tað vístu tey við spurningum, sum settir vórðu.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b