ENDURLÝSING: Námsfrøðingur til Skúlan í Eysturkommunu

23.12.2022

Søkt verður eftir:   

1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi at byrja 1. februar 2023 – 31. mars 2024. Setanarbrotið  er 0,7, endaliga sentanarbrotið eftir summarferiuna verður ásett eftir 15. sept. 

Skúlanum tørvar námsfrøðing, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, samstarvshugaður, tekur ábyrgd og sær møguleikar.   

Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum 

  • skipar skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum. 
  • veitir persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum  í samband við skúlagongdina. 
  • hevur førleika at arbeiða við næmingum við  serligum tørvi.  Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í  flokkum, smærri bólkum og ein til ein. 
  • kann virka undir førleikastovu skúlans. 

Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.   

Starvsstaðurin er í innskúlingini, sum er í Leirvíkar skúla og miðdeildini, sum er í skúlanum við Gøtugjógv. 

Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum.   

Arbeiðstíðin er frá kl. 07.50 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.   

Lønar-  og setanartreytir:   

Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-22. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.   

Umsóknir:   
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.    
Umsóknarfreist: 8. januar 2023 kl. 24.00 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070.  
Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serstovur.    

Í skúlanum eru áleið 270 næmingar við forskúla, 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.    

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo   
 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b