Verkætlan í 7. flokki

Miðdeild 19.04.2018

Mikudagin 18. apríl hevði 7. flokkur framløgur fyri næmingum og lærarum um verkætlanina, sum tey høvdu arbeitt við í eina viku. Bólkarnir høvdu sjálvir valt evni at arbeiða við, sett ein spurdóm at arbeiða út frá og gjørt kanningar og samrøður fyri at svara spurdóminum. Evnini, sum bólkarnir høvdu valt at arbeiða við, vóru: 

  • Festivalar - Hans Jákup, Tróndur, Jákup Andrias og Aron høvdu valt at lýsa søguna um G! og Summarfestivalin, og hvønn týdning hesir hava havt fyri mentanar- og tónleikalívið í Føroyum.
  • Netkeyp - Dánjal, Hans Dávid og Gunnar høvdu í síni verkætlan m.a. kannað, hví fólk keypa á netinum og hvørja ávirkan nethandlar hava á handilslívið í Føroyum.   
  • Bitcoin/cryptocurrency - Elias, Áki, Tóri og Rani løgdu fram um gjaldoyrað Bitcoin og onnur sonevnd cryptogjaldoyru, og hvussu hesi verða nýtt til keyp og sølu á netinum.
  • Sosialir miðlar - Osla, Hanna og Jórun lýstu m.a., hvørja ávirkan sosialir miðlar hava á ung og teirra sjálvsálit, og hvørjar avleiðingarnar kunnu vera av happing á sosialu miðlunum. 
  • Bilar - John, Benjamin og Oddur høvdu m.a. kannað, hvørjir munir eru á diesel/bensinbilum og hybrid/elbilum, serliga tá talan er um prís og umhvørvisdálking.
  • Global warming - Bjørk, Tinna og Eva høvdu eina framløgu um, hvørja ávirkan m.a. vakstrarhúsgass og golfstreymurin hava á veðurlagið, og hvussu vit øll kunnu vera við til at minka um umhvørvisdálking.
  • 112 - Emma, Rólant, Rebekka T. og Birita løgdu í síni framløgu serligan dent á sjúkrahúsverkið, søguna um fyrsta sjúkrahúsið, og hvørja ávirkan sjúkrahúsini hava havt á heilsustøðuna hjá føroyingum. 
  • Kroppurin - Bára, Rebekka S, Malan og Bergtóra tosaðu m.a. um strongd hjá børnum og ungum, og hvat foreldur og onnur kunnu gera fyri at fyribyrgja og hjálpa upp á strongd.

Bólkarnir høvdu gjørt nógv burtur úr framløgunum, og fleiri bólkar høvdu eisini framsýningar um evnið og høvdu pyntað hølið fyri at skapa rætta huglagið. 

Ímillum framløgurnar bjóðaði 6. flokkur inn til leskiligar vaflur, kakao og annað gott.

Myndir frá framløgunum liggja her.

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b