Lærarar til Skúlan í Eysturkommunu

16.05.2023

Søkt verður eftir lærarum til Skúlan í Eysturkommunu skúlaárið 2023/2024

Hesi størv verða lýst leys at seta skúlaárið 2022/2023:

  • 1 fast lærarastarv
  • 2 tíðaravmarkað lærarastørv, vegna forskúla.
  • 1 tíðaravmarkað lærarastarv,  lækkað tímatal, avlopstímar.

Setanarbrotini eru 1,0 og 0,9 og eitt við setanarbroti 0,5. Endaligt tímatal verður ásett eftir 15. september

Søkt verður eftir lærarum, sum

  • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans
  • duga at samstarva og eru fyrikomandi
  • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum

Vit vænta, at tú

  • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
  • ert stundislig/ur og nærlagd/ur
  • ert virkisfús/ur og hugað/ur fyri toymissamstarvi
  • vilt vera við til at menna eftirmetingar
  • hevur góðan KT-førleika
  • kanst virka sum flokslærari
  • hevur kunnleika innan sernámsfrøði
  • í samstarvi við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan
  • kanst virka bæði í innskúling og miðdeild

Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í nøkrum av hesum lærugreinum: føroyskum, donskum, náttúrulærugreinum, støddfrøði, tónleiki og ítrótti/svimjing.      Okkum tørvar lærarar, ið kunnu undirvísa bæði í innskúling og miðdeild.

Førleikakrøv

  • Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum
  • Royndir í føroyska fólkaskúlanum
  • Læraralesandi, sum taka prógv í summar, kunnu eisini søkja størvini

Lønar- og setanartreytir:

Lærararnir verða løntir sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 og verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir

Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo

Umsóknarfreist: 30. mai 2023 kl. 24.00

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Atli F. Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.

Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serdeild. Í skúlanum eru áleið 280 næmingar við forskúla. 23 lærarar, 4 námsfrøðingar og 2 námsfrøðiligir stuðlar.

Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo.

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b