Eitt av lívsins undrum

Miðdeild 16.05.2018

Í morgun kom ein glaður næmingur í 4. flokki í skúla við eggum úr eini hønu, sum tey høvdu slaktað. Inni í hønuni funnu tey egg á ymsum menningarstigið.

Á myndini omanfyri sæst, hvussu eitt egg verður til, og hvussu tað mennist inni í hønuni.

Størsta eggið er tað til vinstru.Tað er klárt at verpa. Næsta eggið hevur bert hinnu, er bleytt og manglar skal.

Hini eggini eru enn bert blommur í ymsari stødd og á ymsum menningarstigi.

Tað tekur eini hønu góðar 24 tímar ella uml. eitt samdøgur at framleiða eitt egg. Tá er blomman gjørd frammanundan.

4 tímar fara til at gera hvítan, uml. 1 tími og 10 min. til at gera eggjahinnuna, ið er innan fyri skalið, og sum heldur hvítanum og blommuni upp á pláss, og uml. 19 tímar fara til at gera skalið. 

Egggørnin í hønu er mest at líkna við eitt víndrúvutyssi við meira og minni búnum eggjum.

Størsta talið av óbúnum eggum/blommum, ið eru tald í eini hønu, er 3065. Tann hønan, vit vita um, sum hevur vorpið flest egg, varp 1515 egg tilsamans. Hon gjørdist 8 ára gomul.

So er spurningurin, hvat kom fyrst: eggið ella hønan! ????

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b