• Spæliliðið: Benjamin, Emma, Rebekka T., Rebekka S. og Hanna. John vantar á myndini.

Spæliliðið heiðrað

Miðdeild 23.05.2018

Í morgun fingu teir seks næmingarnir, sum hava mannað Spæliliðið hetta skúlaárið, heiðursprógv. 

Spæliliðið er eitt lið av næmingum í 7. flokki, sum aktiverar yngru næmingarnar nøkur fríkorter um vikuna. Hetta verður gjørt við spølum av ymsum slag.

Endamálið hjá spæliliðinum er at seta spøl í gongd í fríkorterunum, at eggja til felagsskap og at fáa teir yngru næmingarnar at røra seg meira. Spæliliðið er eisini ein liður at bøta um trivnaðin í skúlanum og fríkorterunum, og er tí tengt at AKT og SSP.

 

 

Aftur til tíðindi

Vikuætlan

0a 0b 1a 1b 2a 2b 3a 3b 4a 4b 5a 5b 6a 6b 7a 7b